- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fara at krevja stórar lønarhækkingar
Tey fakfeløg, sum skulu til samráðingar í næstum, fara øll at krevja stórar lønarhækkingar.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava lagt støðið, siga fleiri fakfelagsformenn.
Føroya Pedagogfelagið hevur fleiri ferðir sagt, at lønin hjá námsfrøðingum er afturúrsigld, og at lønin skal líkjast meira lønini hjá øðrum fakbólkum við bachelor útbúgving.
Men Akademikarafelagið, sum hevur nógv best løntu bacholararnar, ætlar at krevja líka stóra lønarhækking, bæði fyri bachelorar og aðrar limir, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu í november, sigur Suni Joensen, formaður í Akademikarafelagnum.
Tað sama sigur Jóan Pauli Helgason, formaður í Búskapar- og løgfrøðingafelagnum. Búskapar- og løgfrøðingafelagið hevur tó nógv færri bachelorar í sínum felag, tí felagið vil eggja limum sínum at taka útbúgving á minst 5 ár.
Lærarafelagið tykist at vísa meira forstáilsi fyri námsfrøðingunum, og fer ikki eftir somu lutfalsligu lønarhækking, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu í november. Kortini leggur Herálvur Jacobsen, formaður í lærarafelagnum dent á, at væntanirnar um lønarhækking eru vaksnar sera nógv síðan sjúkrarøktarfrøðingarnir brutu við sonevnda "leistin" sum Kristina Háfoss vildi leggja í oktober mánað.
Tí fer lærarafelagið nú eisini eftir eini nógv hægri lønarhækking, enn ætlanin var áðrenn sjúkrarøktarfrøðingarnir skrivaðu undir.Eisini Annfinnur Garðalíð, sum er formaður í Skipara & Navigatørfelagnum, segði við útvarpið í gjár, at hann stuðlar Pedagogfelagnum í sínum stríði, men hann fór ikki at krevja minni.
Eingin av teimum fakfelagsformonnunum, sum útvarpið hevur tosað við seinnapartin vil vita av lønarhækking í krónum. Tað skal vera í prosentum, siga teir.