- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elin Mortensen er nýggj í sendifólkaliðinum
Føroysku sendistovurnar í Moskva og Brússel fáa nýggj sendifólk, boðar Uttanríkismálaráðið frá.
Hákun J. Djurhuus tekur við starvinum sum sendimaður í Moskva og Elin Mortensen tekur við sum sendikvinna í Brússel.
Tey taka við tann 1.september.
Hákun J. Djurhuus er 49 ár og útbúgvin stjórnmálafrøðingur. Hann hevur starvast í Uttanríkistænastuni síðani 1998.
Hann var sendimaður í Brússel frá 2000 til 2008 og sendimaður í Reykjavík frá 2011 til 2015.
Elin er nýggj
Elin Mortensen er 37 ár og útbúgvin stjórnmálafrøðingur.
Hon byrjaði í Uttanríkistænastuni í 2009 og hevur eitt nú verið forkvinna í Brexit-bólkinum hjá landsstýrinum.
Hon hevur ikki verið sendikvinna áður.
Kate Sanderson hevur verið sendikvinna í Brússel síðani 2012.
Bjørn Kunoy hevur verið sendimaður í Moskva síðani 2015.
Tey fara aftur í starv í Uttanríkistænastuni í Føroyum.
Kári spyr Poul
Hví eru størvini sum føroysk sendifólk ikki lýst leys, sum vanligt at gera við væl lønt størv hjá tí almenna?
Tað vil Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hava at vita frá Poul Michelsen, landsstýrismanni.
Løgtingsmaðurin spyr eisini um førleikakrøvini til sendifólk, um lønina hja teimum og, um tey eru áramálssett.
Kári P. Højgaard spyr harafturat, um landsstýrismaðurin einsamallur setir sendifólk.