MVG-lógin broytt og dagførd

MVG-lógin broytt og dagførd
Útlendsk virki javnsett við føroysk og bjargingarbátar sleppa undan
Tey, sum savna frímerki, sleppa nú undan meirvirðisgjaldi.
 
09.01.2018 - 07:46

Landið missir 50.000 kr., nú tey, sum savna frímerki, pangaseðlar og myntir, sleppa undan meirvirðisgjaldinum. 

Tað verður gjørt, so tey, sum savna slíkt í Føroyum, eru javnsett við savnarar í øðrum londum.

Fíggjarmálaráðið hevur dagført lógina um meirvirðisgjald og sent lógaruppskotið til hoyringar.

Útlendsk virki skulu javnsetast við føroysk virki. 

Tað merkir, at útlendsk virki, sum selja fyri meira enn 30.000 kr. um árið, og ikki 20.000 kr. sum nú, skulu rinda MVG.

Sama upphædd er nú fyri bæði útlendsk og føroysk virki.

Bjargingarbátar

Meirvirðisgjaldsútreiðslurnar hjá sjálvbodnum bjargingarfeløgum, har øll arbeiðsmegin er ólønt, kunnu eftir umsókn verða endurgoldnar. 

Men tað er ein treyt, at bjargingarbátarnir ikki verða brúktir til vinnuligt virksemi, tó eru gjøld fyri sleip, bjarging og aðrar smærri uppgávur undantikin. 

Nú skal bera til umframt gjaldkomið meirvirðisgjald at halda aftur rentur, sektir og onnur gjøld í til dømis lønini hjá tí, sum skyldar.

Onkrar aðrar broytingar og rættingar eru eisini í uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum.

Fíggjarmálaráðið veit annars at siga frá Taks, at bara 850 av 3.950 vinnurekandi brúka talgilda Vinnugluggan.
Vinnugluggin er ein portalur, har sum virki og feløg kunnu avgreiða síni viðurskifti við Taks.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109