- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin semja at hóma
Seinasta semingsroyndin var 28.desember, men eftir at partarnir høvdu sitið saman í umleið 12 tímar, gavst Semingsstovnurin við royndini at fáa partarnar at finna semju. Semingsroyndin endaði, uttan at nakað semingsuppskot varð lagt fyri partarnar.
Síðani tá hevur Pedagogfelagið hert verkfallið, og klokkan átta í morgin áðrenn fara allir limir í Pedagogfelagnum, sum starvast í fólkaskúlum, sernámi og forskúlum hjá kommununum, í verkfall.
Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur við útvarpið í kvøld, at í løtuni liggur ikki í kortunum at fara undir nýggja semingsroynd.
-Einki nýtt er at frætta frá pørtunum, og eingin semingsroynd er í umbúna, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Fyrstu pedagogarnir fóru í verkfall 12 desember og 14 desember lýstu kommununalu arbeiðsgevararnir arbeiðsbann, og síðan tá hava allir kommunalir dagsstovnar verið stongdir.
15. desember herdi Pedagogfelagið verkfallið, so tað eisini rakti limir hjá felagnum, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum. Men nøkur undantøk vórðu kortini givin, so nakrir pedagogar eru til arbeiðis á stovnum hjá Almannaverkinum.
Og í morgin verður verkfallið aftur hert.