- Tíðindi, mentan og ítróttur
Magni Laksáfoss: Brúk er fyri breiðari semju
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/magni_0.jpg?itok=orZ3GZED)
Magni Laksáfoss, sum er næstformaður í Sambandsflokkinum, legði nakrar minuttir aftaná atkvøðugreiðsluna, sína frágreiðing av støðuni út á facebookvangan hjá Sambandsflokkinum.
Hann skrivar m.a.
"Tað er mín innarliga sannføring, at vit sum fólkavaldir politikarar hava eina stóra og tungtvigandi skyldu, at taka fulla ábyrgd av samfelagnum yvirfyri herbúgvandi fólkinum, komandi ættarliðum og vinnuni í landinum.Vit kunnu ikki loyva okkum at renna undan hesi ábyrgd, men eiga við fullum huga at smoyggja upp ermar og fara til verka fyri at skapa tað best møguliga samfelagið fyri okkum øll, sum búgva á hesum brimbardu klettum. Ongantíð er hetta meiri neyðugt enn nú, vit sita og viðgera sjálvt lívsgrundarlagið undir samfelagnum, fiskivinnuna. Hon hevur verið okkara álit í farnum árum, og hon fer at vera tað mong ár fram í tíðina.
Her eiga vit meiri enn nakrantíð, at stremba eftir at finna felags stev og breiðar semjur, sum skapa vinnuni tryggar og burðardyggar karmar at virka undir.
Partapolitiskt kegl og runublakarí eiga ikki at fáa rúmd í viðgerðini av hesum stórmáli, tí til tess er fiskivinnan og sjófólkið, sum virkar á havinum, alt ov týdningarmikið."
Breiða semjan
Magni Laksáfoss tók upprunaliga undir við at gera semju millum samgonguni og Sambandsflokkinum, men undirtøka var ikki fyri hesi semju í flokkinum. Magni Laksáfoss nertir við samráðingartilgongdina í skrivi sínum.
"Ymiskar loysnir hava verið á borðinum. Sjálvur havi eg verið við í arbeiðinum í Sambandsflokkinum at gera eina nýskipan av fiskivinnuni. Sambandsflokkurin hevur sjálvsagt eina serliga ábyrgd fyri at virka fyri at skapa eina loysn, tí tað var jú Sambandsflokkurin og landsstýrismaðurin hjá flokkinum, Bjørn Kalsø, sum søgdu gomlu skipanina upp.
Eftirfylgjandi sat eg eisini við samráðingarborðið, tá Sambandsflokkurin og samgongan samráddust fyri at finna eina semju um fiskivinnunýskipanina. Samráðingarnar gingu væl, og Sambandsflokkurin fekk mest sum øll síni ynskir við í semjuna, meðan samgongan fekk síni prinsippir staðfest í semjuni. Hetta var, eftir mínum tykki, ein góð semja, har partarnir høvdu virðing fyri hvørjum øðrum og strembaðu eftir at finna eina politiska javnvág, sum kundi tæna vinnuni og samfelagnum best møguligt." skrivar Magni Laksáfoss