Fiskivinnunýskipanin samtykt

Fiskivinnunýskipanin samtykt
Tað eydnaðist samgonguni at fáa 16 atkvøður fyri uppskotinum við 2. viðgerð
Øll fimm broytingaruppskotini hjá andstøðunu fullu við sama atkvøðutali
 
08.12.2017 - 20:28

Og tá ið andstøðan einans taldi 15, so var fiskivinnunýskipanin samtykt við einari atkvøðu meiriluta. Uppskotið fer sostatt víðari til 3. viðgerð, sum verður í komandi viku. 

Avtalan helt

Stóri spurningurin hevur í allan dag verið, um Magni Laksáfoss og burturstaddi Kristin Michelsen høvdu gjørt eina innanhýsis sokallaða clearingavtalu, sum inniber, at Magni Laksáfoss ikki atkvøddi, so tað ikki fekk týdning, at Kristin Michelsen var burturstaddur. Fomaðurin í Sambandsflokkinum legði hart trýst á Magna Laksáfoss í útvarpstíðindunum og í Degi & viku í kvøld, men líka lítið hjálpti. Enn eru atkvøðurnar ikki almannakunngørdar á heimasíðu løgtingsins, men alt bendi á, at tað var Magni Laksáfoss, sum gjørdi at vágskálin fall til fyrimun fyri samgonguna. 

Avleiðingar

Tað er alment kent, at Magni Laksáfoss var samráðingleiðarin hjá Sambandsflokkinum í samráðingunum við samgonguna um breiða semju, og at Magni Laksáfoss mælti flokkinum hjá sær til at taka undir við einu samráðingaruppskotið, men at flokkurin kolldømdi sama uppskot. Spurningurin er tí, um clearing avtalan fær avleiðingar fyri Magna Laksáfoss. Bárður á Steig Nielsen viðgongur í Norðlýsinum, at hann er vónbrotin, men vil ikki siga, um tað fær avleiðingar fyri Magna Laksáfoss, at hann hjálpti samgonguni.  

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371