Búskapargrunnurin skal nú hava nógv fleiri pengar

Búskapargrunnurin skal nú hava nógv fleiri pengar
Grunnurin skal við lógarbroytingum gerast tað amboð, sum ætlanin upprunaliga var
Kristina Háfoss hevur sent broytingar í lógini um Búskapargrunnin til hoyringar.
 
08.12.2017 - 07:55

Nú skal Búskapargrunnurin gerast tað amboðið í føroyska búskapinum, sum Tjóðveldi ætlaði, tá hann kom við honum fyri góðum seks árum síðani.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur gjørt broytingar í lógini um Búskapargrunnin og sent tær til hoyringar.

Búskapargrunnurin skal gerast eitt filtur á inntøkusíðu landsins. 

Inntøkur, sum kunnu sveiggja nógv, verða beindar gjøgnum Búskapargrunnin, har partur av inntøkunum verður javnaðar yvir ár, áðrenn hann fer í fíggjarlógina.

Her verður hugsað um tilfeingisinntøkur frá fiskivinnu, alivinnu og kolvetnisvirksemi og um inntøkur frá einskiljingum.

Eisini gjaldførið

Lógarkravda minsta gjaldføri landskassans, sum er 15 prosent av bruttotjóðarútreiðsluni, BTÚ, verður í framtíðini flutt í Búskapargrunnin.

Minsta gjaldførið er í løtuni 2,5 milliardir kr. 

Á henda hátt verða gjaldføri landsins og fæið í Búskapargrunninum umsitið undir einum, sigur Kristina Háfoss. 

Partur av avlopinum

Í fjør samtykti løgtingið, at partur av avlopi landskassans fer í Búskapargrunnin. 

Talan er um 20 prosent av avlopinum upp til 200 mió. kr., og 50 prosent av avlopinum oman fyri 200 mió. kr. 

Í samgonguskjalinum hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn stendur, at Búskapargrunnurin skal fáast at virka sum barlast til tess at tryggja ein haldføran og sjálvberandi búskap, sum styrkir samhaldsfesti millum ættarlið og niður­laðar ríkisveitingina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946