- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja sleppa at gifta 9 ára gamlar gentur í Iran
Andstøðan er bersøgin og sigur, at lógaruppskotið er tað sama sum at geva loyvi til at neyðtaka børn.
Ískoyti til gamla lóg
Tjóðartingslimir í konservativa flokkinum hava lagt fram uppskotið, sum skal verða ískoyti til lógina frá 1959, sum ásetur, at kvinnur skulu vera 18 ára gamlar fyri at kunna giftast. Lógin varð sett í verk stutt eftir at einræði í Iran fór í søguna og avgerðarmyndugleikin varð fluttur frá andliga leiðaranum til statin og løgmálaráðið.
Sambært nýggja uppskotinum verður gamla lógin galdandi, men tað skal eisini verða loyvt at søkja um at gifta gentur, um andligi leiðarin hjá Sita ella Sunni-muslimum tekur undir við tí.
Avgerðin liggur hjá andliga leiðaranum
Faiq al-Sheikh, tinglimur, sigur við AFP-tíðindastovuna, at dómarar skulu taka atlit til andliga leiðaran.
Sambært iransku søguni, og islamsku trúnni, hevur tað verið loyvt at gifta gentur so ungar sum 9 ára gamlar, - tí hildið verður, at Aisha var 9 ára gomul, tá hon giftist Mohammed-profeti.
Ammar Toama, í konservativa flokkinum, sigur, at einki aldursmark er í uppskotinum, men at sagt verður, at brúðurin skal vera búgvin og kunna taka egna avgerð, - so kann hon fáa samtykki frá andliga leiðara sínum og dómaranum, sigur Ammar Toama.
ST hevur ávarað ímóti at samtykkja hetta uppskotið. ST heitir á iransku stjórnina um at vera á varðhaldi ímóti kynsligum ágangi móti kvinnum og gentum.