- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan kannar harðskapsmál
Løgreglan kannar harðskapsmál
Løgreglan kannar eitt harðskapsmál í Klaksvík.
26.11.2017 - 13:18
Klokkan 3.30 í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður hevði sligið tvey fólk inni og uttanfyri eitt skeinkingarstað í Klaksvík.
Fólkini, sum eru um 20 ára aldur, fingu snuddir, men einki er brotið.
Løgreglan hevur tosað við fleiri vitni, og maðurin verður tikin inn seinni í dag til avhoyringar, sigur Kristina Christiansen, vaktleiðari á politistøðini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV