- Tíðindi, mentan og ítróttur
Festarin missir lunnindi, um fjøran verður seld
Búnaðarstovan skal nú avgera, um hon vil selja 2.000 fermetrar av fjøru á Sundi til Tórshavnar kommunu.
Festarin vil ikki selja.
Um Búnaðarstovan avger at selja, kann festarin kæra avgerðina.
Men Búnaðarstovan avger sjálv, um kæran steðgar grótinum á Sundi:
Festarin á Sundi, Jákup K. Bærentsen, noktar at selja 180 metrar, 2.000 fermetrar, av fjøruni á Sundi.
Hann sigur í hoyringarskrivi til Búnaðarstovuni, at hann eigur heilársbit og lunnindi í fjøruni, sum hann missir.
Kommunan vil keypa
Tórshavnar kommuna noyðist at keypa 2.000 fermetrar av fjøruni á Sundi, 180 metrar av fjørukanti, fyri at fáa lagt grótið úr Eysturoyartunlinum har.
Meirilutin í býráðnum hevur avgjørt at keypa teir 2.000 fermetrarnar frá Búnaðarstovuni fyri 229.600 kr.
Men Búnaðarstovan kann ikki selja uttan at spyrja festaran fyrst.
Búnaðarstovan hevur spurt festaran á Sundi, og hann vil ikki selja.
Búnaðarstovan viðger nú málið.
Ikki steðgandi virknað
Avger Búnaðarstovan at selja kortini, kann festarin kæra ta avgerðina til Landbúnaðarstevnuna. Úrskurðurin hjá Landbúnaðarstevnuni kann síðani kærast til Yvirlandbúnaðarstevnuna.
Einki stendur í lógini um landsjørð, um slík kæra hevur steðgandi virknað.
Búnaðarstovan avger tí sjálv í hvørjum einstøkum føri, um kærur hava steðgandi virknað, sigur Andrass Holm Arge, løgfrøðingur hjá Búnaðarstovuni.
At ein kæra hevur steðgandi virknað merkir, at arbeiðið á staðnum steðgar til kæran er endaliga avgreidd.
Búnaðarstovan váttar, at Tórshavnar kommuna hevur søkt um keypa teir 2.000 fermetrarnar í fjøruni á Sundi.
Kommunan hevur keypt grót úr Eysturoyartunlinum at leggja í fjøruna á Sundi.
Pengarnir, sum landsjørð verður keypt fyri, verða settir á festikontuna hjá bóndanum, sum hevur festið.