- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommuna keypir fjøru fyri at sleppa av við grót
Tórshavnar kommuna noyðist at keypa 2.000 fermetrar av fjøruni á Sundi fyri at fáa lagt grótið úr Eysturoyartunlinum har.
Meirilutin í býráðnum hevur avgjørt at keypa teir 2.000 fermetrarnar frá Búnaðarstovuni fyri 229.600 kr.
Minnilutin, Javnaðarflokkurin, atkvøddi blankt á býráðsfundinum í gjárkvøldið.
Eigur 250 metrar
Økið, sum verður fylt út á Sundi, røkkur okkurt um 400 metrar eystur úr havnini á Sundi.
Kommunan eigur teir fyrstu 250 metrarnar, men teir eystastu 180 metrarnir hoyra til Sundshaga, uttari part.
Neyðugt er tí at keypa teir metrarnar, tilsamans 2.000 fermetrar, fyri slakar 230.000 kr.
Pengarnir verða tiknir av játtanini til at keypa grót úr Eysturoyartunnlinum.