Yvirfriðingarnevndin umrøddi friðing á Víkum

Yvirfriðingarnevndin umrøddi friðing á Víkum
Fleiri upplýsingar skulu fáast til vega, fyri at taka avgerð um áheitanina um friðing av økinum
 
21.11.2017 - 08:17
Yvirfriðingarnevndin umrøddi í gjár friðingina av økinum á Víkum í Vágum, sum Føroya Náttúru- og Umhvorvisfelag hevur biðið nevndina um at friða. Fundurin í gjár var innleiðandi, og Yvirfriðingarnevndin fer nú at fáa fleiri upplýsingar til vega, sum skulu vera grundarlag fyri at taka støðu í málinum. Neyðugt er m.a. at fáa nærri at vita, hvat øki ætlanin er at friða, og tað er eisini neyðugt at fáa at vita, hvør verður raktur, um økið verður friðað. Yvirfriðingarnevndin umrøddi og hugdi at nøkrum málum á ferðini í gjár, upplýsir skrivarin í Yvirfriðingarnevndini, Peter Flúgge.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824