- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mugabe lagt frá sær
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/mugabe_0.jpg?itok=tUGmZ9KO)
- Eg, Robert Gabriel Mugabe, sambært grein 96 í simbabvisku grundlógini, gevi við hesum boð um at verða loystur úr embætinum beinanvegin, skrivar Mugabe í brævi til parlamentið.
Fagnaðaróp rungaðu í salinum í parlamentinum, har fyrireikingar vórðu í gongd til ríkisrættarsak móti Mugabe.
93 ára gamli Mugabe, sum hevur verið umstríddur forseti í Simbabvi í 37 ár, skrivar í brævinum, at hann ger tað sjálvboðin.
Tingformaðurin sendi síðani tingið til hús.
Í Harare tustu fólk út á gøturnar og fagnaðu avgerðini. Fólk danska av gleði, tí forsetin er farin frá.
Nógv bera myndir av landsins herleiðara, Constantino Chiwnega, og eisini av nýliga frákoyrda varaforsetanum, Emmerson Mnangagwa, skrivar Ritzau.