Miðflokkurin smakkar samgongulimum illa

Miðflokkurin smakkar samgongulimum illa
At samgonguleiðarin er farin at tingast við Miðflokkin um samstarv, smakkar summum í samgonguni sera illa
 
21.11.2017 - 14:16

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sum er í Tjóðveldi, loysir posabandið á sínum vanga á facebook nú seinnapartin. 

Páll á Reynatúgvu skrivar soleiðis:

"Má bara siga sum er! At fáa Miðflokkin inn í samgonguna hóvar mær illa. Virðisgrundarlagið sampakkar ikki við politikkin hjá hesi samgonguni og hesum samgonguflokkunum. Leggið handan bóltin deyðan og roynið loysnina innanveggja.
Alt ber ikki til í politikki!"

Kringvarpið hevur roynt at fáa orð á Páll á Reynatúgvu, men hann svarar ikki telefonini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155