- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðmenn svika fyri 23 milliardir krónur
Tað vísir ein uppgerð, sum blaðið Aftenposten hevur gjørt, í kjalarvørrinum av at sonevndu Pardís skjølini komu undan kavi herfyri.
Uppgerðin fevnir ikki um smugling, svart arbeiði og onnur svik, sum verða framd innalands, skrivar blaðið, og tí er nærum ómøguligt at fáa øll tøl á borðið.
Blaðið vísir á, at tær 23 milliardirnar, sum svikað verður fyri, kundu lønt 31.600 lærarum um árið, og at missurin fyri hvørt fólk í Noreg er meir enn 6.000 kr.
Í miðal sleppa 3 prosent av fólkinum í skandinavia sær undan at rinda skatt, sigur professarin, Gabriel Zucman, sum starvast við Berkeley universitetið í Kalifornina við svensku tíðindastovuna, TT, sum samstarvar við Aftenposten um Paradís skjølini.
Tey mest múgvandi 0,1 prosentstigini av fólkinum, standa fyri 80 prosentum av svikinum, vísir kanningin.
1.000 norðmenn og yvir 120 altjóða polittikarar gera sær dælt av skattaskjóli, stendur í Paradís skjølunum.