Mugabe skal fara frá sum forseti

Mugabe skal fara frá sum forseti
Nú vil flokkurin, har Robert Mugabe inn til í dag var formaður í, hava hann at taka eg aftur sum forseta
 
19.11.2017 - 15:04

Hevur Mugabe ikki tikið seg aftur sum forseti í morgin á middegi, verður ríkisrættarmál reist móti honum.

Tað sigur Patrick Chimawasa úr Zanu PF, sum er flokkurin, har Mugabe inn til í dag var formaður í.

Hetta veit tíðindastovan Reuters at siga.

Flokkurin boðar eisiin í dag frá, at fyrrverandi varaforsetin, Emmerson Mnangagwa, verður innstillaður sum forsetavalaevni hjá flokkinum. Somuleiðis er Mnangagwa róptur at vera nýggi leiðarin í flokkinum, Zanu PF.

Hesi boðini koma samstundis sum at forsetin er í samráðingum við herin, nú hann fer frá. Herurin tók valdið í landinum mikumorgunin.
Samstundis sum at forsetin bleiv koyrdur frá sum flokksformaður fyrr í dag, bleiv kona hansara, Grace Mugabe, og onnur í flokkinum, koyrd úr flokkinum.

Fleiri teirra, millum annað Grace Mugabe, kunnu rokna við at verða drigin í rættin.

Tann 93 ára gamli Robert Mugabe, sum hevur sitið við valdið síðani 1980, bleiv settur í sokallað húsavarðhald mikudagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155