- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin avgerð tikin enn
Talan verður um nýggja samgongu, ikki víðkan av verandi samgongu, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
Hann var saman við Bill Justinussen og skrivara floksins á samstarvsfundi í nátt. Fundurin byrjaði klokkan gott 23 og endaði klokkan tvey.
Við fyri samgonguna vóru Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Poul Michelsen skuldi av landinum tíðliga í morgun og var tískil ikki við.
Jenis av Rana vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið, men sigur, at tey hesar tríggjar tímarnar í nátt komu væl rundan um tey 18 punktini, Miðflokkurin vil hava við í eitt samgonguskjal
- um samgongan altso vil hava Miðflokkin við. 18 punkt, sum Miðflokkurin lat løgmanni fyri viku síðani.
Hesi punkt siga millum annað, at uppboðssøluparturin skal minka munandi, um Miðflokkurin skal vera við til at gera fiskivinnunýskipanina, umframt at reglurnar um antitrust skulu vera munandi linari.
Miðflokkurin vil eisini hava eina fólkaatkvøðu næsta ár um broytingarnar, sum eru framdar í hjúnarbandslógini.
Og Miðflokkurin ynskir, at skattafría grundarupphæddin skal fáa frið, og hon skal hækkast til tað støðið, hon var á, áðrenn samgongan lækkaði hana.
Aftrat hesum vil Miðflokkurin hava ein landsstýrissess og krevur eisini nevndarsess. Og so hevur Miðflokkurin í nátt sett fram ynski um ein skattalætta til lág- og miðallønt.
Í morgin fara teir báðir løgtingslimirnir fyri Miðflokkin til baklandið at kunna um fundin og tað, sum kom fram har - og so verður avgerð tikin um, hvat tey so gera.
Greitt er tó, at Miðflokkurin fer ikki at víðka um verandi samgongu.
- Talan verður um nýggja samgongu. At víðka sitandi samgongu kemur ikki upp á tal, sigur Jenis av Rana.