Viðmerkingarnar broyta einki, sigur Løgmálaráðið

Viðmerkingarnar broyta einki, sigur Løgmálaráðið
Føroyska stjórnarskipanin hóttir ikki ríkið, er niðurstøðan hjá donsku stjórnini
Føroyska stjórnarskipanin fer ikki at hótta ríkisfelagsskapin sambært donsku stjórnini, sum nú hevur fingið viðmerkingarnar um uppskotið.
 
17.11.2017 - 12:41

Danska Løgmálaráðið heldur framvegis ikki, at ivi er um stjórnarskipanarligu støðu Føroya, nú tað hevur fingið viðmerkingarnar um uppskotið um føroyska stjórnarskipan.

Viðmerkingarnar vóru ikki tøkar fyrru ferðina, tað var 9.juli, Løgmálaráðið viðgjørdi stjórnarskipanina og støðu Føroya í ríkinum. 

Ríkisumboðið hevur umsett viðmerkingarnar og gjørt ein samandrátt á donskum um fyrstu viðgerð í løgtinginum. 

Løgmálaráðið leggur dent á, at eisini í viðmerkingum um inngangin í stjórnarskipanarlógini stendur skilliga, at føroyska stjórnarskipanarlógin ikki setir úr gildi galdandi stjórnarskipanarligu støðu Føroya í ríkinum.

Tað vil siga, at verandi skipan er ein løgfrøðiligur veruleiki, sigur Løgmálaráðið í einum uppriti. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Mánadag 10. februar
Morgunlestur mánadagur 10.februar 2025
186664
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371