- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mannaættin er á veg útav eggini við jørðini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/dalking_0.jpg?itok=mL_m42Va)
Støðan er versnað, sigur granskararnir.
Eitt hevur tó eydnast okkum, - at stabilisera ozon-lagið. Annars hava vit brúkt seinastu 25 árini til at skaða umhvørvið skjótari enn nakrantíð áður.
Nakað soleiðis ljóða boðini frá 15-túsund granskarum úr 184 londum, sum júst hava almannakunngjørt greinina "World Scientists Warning to Humanity: A Second Notice", í tíðarritinum BioScience.
Hava ávarað fleiri ferðir
Fyrsta ávaringini kom í 1992. Tá skrivaðu 1.700 av heimsins leiðandi granskarum, - eitt nú hava 99 teirra fingið Nobel-heiðusløn, áheitan til mannaættina, um í stundini at seta tiltøk í verk fyri at avmarka oyðileggingarnar í umhvørvinum, veðurlagi og tilfeingi. Áheitanin varð send øllum heimsins leiðarum.
Nú 25 ár seinni, meðan nýggir leiðarar sita saman á COP23-veðurlagsfundi, senda 15.364 granskarar nýggja, - og uppaftur meiri átrokandi ávaring.
- Vit hava gjørt so lítið, at umhvørvis og veðurlagstrupulleikarnir eru vorðnir nógv verri, enn teir vóru í 1992, siga granskararnir nú.
Ørkymlaðir granskarar
Serliga eru tað veðurlagsbroytingarnar, sum ørkymla granskarar: - Útleiðingar av vakstrarhúsgassi frá lívrunnum brennievni, niðurhøgging av skógi og kjøtframleiðslan eru bara vaksin síðani 1992.
Eisini hava vit sett ferð á hóptýning av heimins djóra- og plantusløgum. Tað er sætta hóptýning í søgu heimsins - og tann fyrsta síðani meteorar og eldgos týndu risavaksnu eðlurnar, - dinosaurarnar, fyri 65 miljónum árum síðani, skrivar dr.
Við hesi áheitan mæla granskararnir til, at vit í stundini taka tey stig, sum eru neyðug fyri at vit ikki seta framtíð okkara í váða. Tey eru:
- - at minka fólkavøksturin í heiminum,
- - minka um vakstrarhúsgassini,
- - eggja til at menna og byggja út grøna orku, -
- - verja heimvistið hjá djóra- og plantulívi,
- - endurbyggja vistfrøðiskipanina,
- - steðga niðurhøgging av skógum,
- - avmarka dálking
- - og endurskoða okkara búskap, sum í dag er grundað á vøkstur.
Ábyrgdin er tín og mín
Nú eru tað vísindi, fjølmiðlar og borgarar, sum skulu leggja trýst á politikarar um at seta í verk tiltøk, siga granskararnir.
Men framstig eru eisini gjørd seinastu árini, siga granskararnir, - eitt nú í sambandi við íløgur í grøna orku, og skógarhøgging er minkað í nøkrum pørtum í heiminum. Men framstigini skulu bara henda skjótari, siga granskararnir.