Umhvørvisfelagsskapir draga norska statin í rættin

Umhvørvisfelagsskapir draga norska statin í rættin
Umhvørvisfelagsskapirnir, GreenPeace og Natur og Miljø, siga,at staturin brotið norsku grundlógina
 
15.11.2017 - 10:28

GreenPeace og Natur og Miljø siga, at boriloyvini hjá statinum í stongda økinum í Barentshavinum eru brot á norsku grundlógina.

Fyrsti rættarfundur var í gjár.

Sambært grein 112 í norsku grundlógini skal staturin verja náttúru og umhvørvið til komandi ættarlið. 

Umhvørvisfelagsskapirnir siga eisini, at loyvini til oljuboring í Arktis eru í stríð við veðurlagsavtaluna í Paris. 

Felagsskapirnir siga, at tað er fyrstu ferð, at ein statur verður drigin í rættin fyri brot á Paris-avtaluna - frá apríl 2016.

Loyvi í nýggjum øki

Stutt eftir, - í juni 2016, lutaði norska stjórnin út nýggj loyvi til oljuboring í Arktis. Trý av teimum eru í nýggjum øki í landssynnings partinum av Barentshavinum.

Hetta er fyrstu ferð í meira enn 20 ár, at stjórnin hevur lutað út loyvi í nýggjum øki.

Umhvørvisfelagsskapirnir leggja norsku stjórnina undir at vera hyklari í veðurlagsmálum.

Rættarfundirnir halda fram til 24. november, skrivar finska kringvaprið, yle.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Hósdag 13. februar
Mono - Føroyskar perlur
187738
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497