- Tíðindi, mentan og ítróttur
Støðan í Simbabvi er óviss
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/mugabe_0.jpg?itok=tUGmZ9KO)
Stríðið um, hvør skal taka við eftir 93 ára gamla Robert Mugabe, er harnað.
Í nátt koyrdu stríðsvognar inn í høvuðsstaðin, Harare, og sambært íbúgvum í býnum, hava spreingingar verið at hoyrt nærindis lærda háskúlanum, og skot eru latin av nærdis privata bústaðnum hjá forsetanum í Borrowdale.
Ikki hernaðarkvett
Hermenn hava tikið yvir almennu sjónvarpsrásina, ZBC. Í sjónvarpssending í nátt segði ein talsmaður fyri herin, at hetta snýr seg ikki um hernaðarkvett. Hann legði doyðin á, at Robert Mugabe, forseti, og familja hansara hava tað gott og eru í tryggum umstøðum.
Sambært talsmanninum, er herurin bara úti eftir kriminellum nærindis Mugabe, sum fremja lógarbrot.
- Vit hava nú gjørt tað, sum vit skuldu, og nú vænta vit, at alt verður, sum tað skal aftur, segði talsmaðurin í sendingini.
Kapping um forsetasessin
Tilgongdin til tað, sum hendi í nátt byrjaði 6. november, tá varaforsetin í Simbabvi, Emmerson Mnangagwa, varð koyrdur frá.
Hann hevur verið høgra hond hjá Mugabe í fleiri ára tíggju, og seinastu tíðina hevur hann verið gott boð upp á tann, sum skal taka við eftir Mugabe.
Mnangagwa hevði eisini stóra undirtøka hjá herinum. Mnangagwa er lagdur undir samansvørjing og at duga gand.
Millum annað kona Mugabe, 52 ára gamla Grace Mugabe, hevur skuldsett Mnangagwa fyri tað.
Kona Mugabe vil verða forseti
Nú Mnangagwa er koyrdur frá, tykist leiðin hjá Grace Mugabe lættari til at taka við eftir húsbónda sín.
Hon hevur víst stóran áhuga fyri at taka við eftir 93 ára gamla makan.
Ósemja er í størsta flokkinum í Simbabvi, Zanu-PF, um, hvør skal taka við sum forseti.
Herovasti talar at
Á tíðindafundi mánadagin ávaraði ovasti hernaðarleiðarin í Simbabvi, Constantino Chiwenga, flokkin um, at herurin kann verða noyddur at leggja uppí, um jagstranin av borgarum, sum vóru við í sjálvstýrisstríðnum í 1970'unum, ikki heldur uppat.
Hetta er fyrstu ferð, at herurin opið tekur frástøðu frá vina- og kenningar-skaranum hjá Mugabe.
Zanu-PF skuldsetti ígjárkvøldið hernaðarleiðaran fyri landasvik.