- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stór mótmælisgonga í Barcelona
Stór mótmælisgonga í Barcelona
Mótmælisfólkini vilja, at oddafólkini í sjálvstýrisstríðnum verða latin leys.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/catalonia_10.11.2017.jpg?itok=zHdVt6BM)
12.11.2017 - 10:36
Í Katalonia gingu 750 túsund fólk mótmælisgongu í miðbýnum í Barcelona í gjárkvøldi.
Tey vildu, at oddafólkini í katalonska sjálvstýrisstríðnum verða latin leys, og samstundis gera vart við, at loysingarvongurin í Katalonia er stendur saman.
Fólk úr øllum Katalonia vóru við í mótmælisgonguni.
Í røðum, sum vóru hildnar, var fleiri ferðir sagt, at sponsku myndugleikarnir gera seg inn á frælsisrættindini hjá katalonum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV