- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin semja at hóma
Eingin semja at hóma
Langt er framvegis millum partarnar, sigur staðfestir Terje Sigurðsson, semingsmaður.
10.11.2017 - 18:23
Semingsstovnurin fer ikki undir nakra semingsroynd millum Lønardeildina og sjúkrarøktarfrøðingarnir, og langt er framvegis millum partarnar.
Terji Sigurðsson, semingsmaður, fór klokkan 13 í dag á fund við sjúkrarøktarfelagið, men Terji Sigurðsson staðfestir, at enn er langt millum partarnar.
Hann sigur, at semingsstovnurin alla tíðina hevur havt samband við partarnar, men at tað eru partarnir sjálvir, ið mugu koma við uppleggum, ið kunnu brúkast til at fara undir eina semingsroynd.
Semingsmennirnir fáa ikki gjørt meira í løtuni, staðfestir Terji Sigurðsson, og sigur, at ongin nýggjur fundur er avtalaður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV