- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dagfesting gjørd fyri Brexit
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/brexit.jpg?itok=lepatalr)
Bretland fer úr ES 29. mars 2019 ár, klokkan 23.
Tíðspunktið er sum væntað, og skal setast í ein lógartekst, sum skal til polittiska viðgerð í bretska tjóðartinginum, skrivar Reuters.
- Tað verður gjørt, fyri at beina burtur allan iva um tilgongdina, sigur bretski samráðingarleiðarin, David Davis. Og at tíðarbilið nú verður almannakunngjørt, skal fáa bretar at trugva uppá, at stjórnin veruliga arbeiðir við ætlanini um at taka Bretland úr ES, sigur bretska stjórnin.
Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, setti grein 50 í ES sáttmálanum í verk 29. mars í ár, og eftir tí skal Bretland fara úr ES í seinasta lagi um tvey ár.
Ein meiriluti av bretska fólkinum samtkti á eini fólkaatkvøðu í fjørsummar, at Bretland skal fara úr ES. Síðani hevur nógv orðaskifti verið um avgerðina, tí fólk ivast í, um bretar fáa nakað burturúr at fara úr samveldinum.
M.a. hevur nógv verið tosað um, at ein nýggj fólkaatkvøða eigur at vera, meðan onnur vilja vera við, at tíðin er runnin, og at avgerðin er tikin.
Grein 50 í ES sáttmálanum sigur einki um, um tað ber til at ´Bretland verður verandi í ES, og tí má ES dómstólurin taka støðu til tann spurningin.