- Tíðindi, mentan og ítróttur
Familjuískoytið verður broytt
Familjuískoytið verður broytt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/pengar.jpg?itok=b9KwT5kZ)
07.11.2017 - 07:08
Pør, sum fáa familjuískoyti, kunnu nú forvinna 30.000 krónur meira, áðrenn mótroknað verður í ískoytinum.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur skotið upp at hækka markið úr 200.000 upp í 230.000 krónur.
Lógin um familjuískoyti hevur skjótt virkað í umleið tvey ár, og tað vísir seg, at tað eru í høvuðsheitum stakir uppihaldarar, sum hava rætt til veitingina.
Av teimum 267 familjunum, sum hava fingið familjuískoyti í ár, eru bara 34 pør, ella 13 prosent. Hini 87 prosentini eru stakir uppihaldarar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV