- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirgangur í New York: "Kendist væl at drepa"
29 ára gamli Sayfullo Saipov, sum koyrdi á og drap átta fólk í New York, og særdi 12 onnur, sigur, at hann framdi atsóknina fyri Islamska Statin.
Samstundis klegði hann dent á, at tað kendist væl at drepa fólkini.
Tað kom fram í rættinum í New York í gjár, har rætturin gjørdi av at fongsla hann.
Saipov hevur sagt løgregluni, at hann legði atsóknina til rættis í meir enn eitt ár. Fyri tveimum mánaðum síðani gjørdi hann av, hvar atsóknin skuldi vera og fyri einari viku síðani gjørdi hann av, hvønn bil hann ætlaði at nýta.
Hann hevur eisini greitt frá, at hann valdi 31. oktober, tí tá fóru nógv fólk at vera í gøtunum í New York.
Gjørdi tað fyri Islamskan Stat
Hann bað samstundis myndugleikarnar um at heingja eitt flagg hjá Islamskum Stati upp á sjúkrastovuni. Eisini lá ein seðil í bilinum, sum yvirgangsmaðurin brúkti, og seðilin vísti til Islamskan Stat.
Yvirgangsmaðurin varð tikin, eftir at hann varð skotin í búkin, og nú er hann skuldsettur fyri yvirgang.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur kravt, at Sayfullo Saipov verður dømdur til deyða fyri atsóknina. Hetta hevur hann millum annað skrivað á Twitter:
NYC terrorist was happy as he asked to hang ISIS flag in his hospital room. He killed 8 people, badly injured 12. SHOULD GET DEATH PENALTY!
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) November 2, 2017
IS drála
Sambært Danmarks Radio, hevur IS tó ikki tikið ábyrgd av atsóknini enn. Hetta kann vera tí, at yvirgangsmaðurin enn er á lívi.
Tað er annars óvanligt, at fólk sum fremja atsóknir fyri Islamskan Stat vilja tosa við løgregluna.
Nú kunnu myndugleikarnir kanna, um hald er í tí sum Saipov segði á rættarfundinum.
Virkaði ikki einsamallur
Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, hevur tikið ein mann aftrat, tí hon heldur at hann hevði eitthvørt við yvirgangsatsóknina í New York at gera.
Talan er um ein 32 ára gamlan mann úr Usbekistan