- Tíðindi, mentan og ítróttur
Berlusconi aftur kannast
Tað váttar advokaturin hjá Silvio Berlusconi.
Kanningin er byrjað aftur, eftir at kendi mafialeiðarin, Giuseppe Graviano, óvitandi at hann varð avlurtaður, í fongslinum segði einum sum hann sat saman við, at tað var Berlusconi sum bað hann spreingja nakrar bumbur.
Triðju ferð kannað verður
Hetta er triðju ferð at Berlusconi verður kannaður í málinum, sum kravdi 10 mannalív, tá bumbur brustu í Rom, Milano og Firenze í 1993.
Hinar báðar ferðirnar er málið slept, tí prógvini vóru ikki nóg góð.
Bumburnar skuldu vera hevnd fyri at mafialeiðarin, Toto Riina, varð tikin, og at myndugleikarnir herdu lógina í eini roynd at basa mafiuni.
Giuseppe Graviano, er dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri bumbuatsóknirnar, og fyri at hava gjørt av við ein prest og tveir dómarar, sum vóru við í sakarmálunum ímóti limum í mafiuni.
Gav Berlusconi politiskt vald
Í ljóðupptøkuni, sum nú er komin undan kavi, sigur mafialeiðarin, at Berlusconi bað hann spreingja bumburnar, tí tað vildi geva honum polittiskt vald.
Graviano sigur eisini, at nærmasti samstarvsfelagin hjá Berlusconi, Marcello Dell`Utri var millummaður ímillum Berlusconi og mafiuna.
Berlusconi var tríggjar ferðir forsætisráðharri í Italia, frá 1994 til 1995, frá 2001 til 2005 og seinast frá 2008 til 2011.
Dell`Utri var í 2014 dømdur sjey ára fongsulsrevsing fyri sítt tilknýti til mafiuna.