- Tíðindi, mentan og ítróttur
Angela Merkel er kvinnan við mest valdi í heiminum
Sjeynda árið á rað og fyri tilsamans tólvtu ferð fær týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, heiðurin at vera tann kvinnan, sum hevur mesta valdið í øllum heiminum, skrivar tíðarritið Forbes.
Ein kvinna, sum ikki hevur verið á listanum fyrr, er Ivanka Trump, dóttir amerikanska forsetan, Donald Trump, sum eisini er ráðgevi hjá pápanum.
Hon er nummar 19 á listanum.
Valdsstøðan hjá kvinnunum verður avgjørd eftir, hvussu nógvan pening, tær ráða yvir, hvussu stóra ávirkan, tær hava, og hvussu nógv tær eru í miðlunum.
Beint í hølunum á Angelu Merkel er Theresa May, forsætisráðharri í Bretlandi. Hon roynir at taka Bretland úr ES.
Tvær kvinnur, sum hava verið á listanum seinastu árini, eru annaðhvørt farnar av listanum, ella fluttar fleiri stig niður.
Michelle Obama, sum var forsetafrúa í USA, er ikki longur á listanum, síðani hon fór úr Hvítu húsunum fyrst í hesum árinum.
Og Hillary Clinton, sum royndist at gerast amerikanskur forseti í fjør, er farin 63 stig niður á listanum. Hon var nummar tvey, men nú er hon nummar 65.