- Tíðindi, mentan og ítróttur
Puigdemont komin til Brússel
Frákoyrdi katalonski forsetin, Carles Puigdemont, er í loyndum komin til Brússel, vátta stjórnarkeldur fyri belgiskum miðlum.
Puigdemont hevur sett ein serfrøðing í mannarættindamálum at umboða seg.
- Eg kann vátta, at Carles Puigdemont hevur tilnevnt meg at umboða seg, meðan hann er í Belgia, sigur advokaturin, Paul Bekaert, fyri Reuters.
Tað er óvist, hvat Puigdemont ger í Belgia, men spanskir miðlar vilja vera við, at hann og fimm aðrir katalonskir politikarar fara at biðja um friðskjól í Belgia.
Tey tíðindini vil Paul Bekaert, advokatur, hvørki vátta ella avsanna.
Belgiski forsætisráðharrin hevur sett ráðharrum sínum forboð fyri at seta seg í samband við fyrrverandi katalonska leiðaran.
Puigdemont er komin til Belgia samstundis sum spanska ákæruvaldið ætlar at reisa ákæru móti katalonsku stjórnini fyri uppreistur og svik.
Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, koyrdi landspartastjórnina í Katalonia frá fríggjadagin og skrivaði út val at vera 21. desember.