- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnunevndin spyr aftur Høgna um fiskivinnuna
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20160712_samroda_vid_hogna_hoydal._0026.jpg?itok=okt57GdL)
Vinnunevndin í løgtinginum hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, 11 skrivligar spurningar um lógaruppskotið um sjófeingi.
Nevndin spyr eftir teimum kunngerðum, sum skulu gerast afturat lógaruppskotinum. Nevndin biður eisini landsstýrismannin um at senda nevndini lógaruppskotið um tilfeingisgjald.
Og sum tað triðja spyr Vinnunevndin landsstýrismannin, hvørjar viðmerkingar hann hevur til tey mongu hoyringsskrivini, sum nevndin hevur fingið í samband við fiskivinnunýskipanina.
Anti-trust
Vinnunevndin spyr eisini um anti-trust reglurnar - ítøkiliga hvussu stór tey fýra reiðaríini Varðin, JFK, Framherji og Christian í Grótinum - eru í mun til tær anti-trust ásetingar, sum landsstýrismaðurin ætlar at brúka.
Vinnunevndin spyr um, hvør ætlanin er við felagskvotum, nevndin spyr um útrokningargrundarlagið í skiftinum frá fiskidøgum til kvotur, um ásetingina at útlendingar skulu út úr ognarskapinum, um uppboðssøluna, sáttmálar við manningarfeløgini, kvotuáseting og hvussu landsstýrismaðurin ætlar at útluta menningarkvotur.
Næsti fundur í Vinnunevndini er ásettur at vera mánadagin 6. november.