- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fylgdi ikki læknafakligum mannagongdum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kommunulaekni_2.jpg?itok=0SW3-haa)
Danska heilsustýrið hevur viðgjørt málið móti kommunulæknanum, sum er ákærdur fyri blygdanarskemd móti níggju ungum kvinnum og fyri annað kynsligt samband enn samlegu við eina kvinnu.
Danska heilsustýrið hevur gjørt niðurstøðu, sum er grunda á frágreiðingar hjá teimum 10 kvinnunum.
Heilsustýrið hevur eisini sæð frágreiðingina hjá læknanum, men stýrið tekur ikki støðu til, hvat er farið fram.
Ikki læknafaklig mannagongd
Um rætturin heldur, at tað er hent, soleiðis sum kvinnur hava greitt frá, so er niðrstøðan hjá danska heilsustýrinum, at kommunulæknin í fleiri førum ikki hevur fylgt vanligu læknafakligu mannagongdini.
Heilsustýrið sigur, út frágreiðingunum hjá kvinnunum, at tað er ikki partur av vanligari undirlívskanning, at læknin kannar klitoris. Tað er bara, um illgruni er um krabbamein, - og kvinnur í hesum aldri eru ikki í vanda fyri at fáa krabbamein í klitoris. Tað rakar mest kvinnur í 50unum og eldri.
Ikki vanlig mannagongd
Ákærdi kommunulæknin hevur viðgingið, at hann í einum føri hevur onanerað eini kvinnu, sum kom í viðtalu, men at kvinnan hevði givið honum loyvi til tað. Danska heilsustyrið sigur, at tað er ikki vanlig læknalig mannagongd at onanera eini kvinnu í viðtalu.
Tríggir serlæknar í kvinnusjúkum, sum vóru innkallaðir sum vitni, søgdu seg ongantíð hava upplivað tað. Og teir høvdu tað, so høvdu teir givið kvinnuni boð um at steðgað og ein segði, at hann hevði skrivað tað í journalina.
Heilsustýrið vísur eisini á, at læknin hevði onga orsøk til at spyrja eina kvinnu, um hon hevði havt kynsligt samband við aðra kvinnu.
Faklig ókompetanca
Tað er heldur ikki røtt mannagongd, um kommunulæknin hevur nýtt ein vattpinn til at vaska eina skón burtur á og runt um klitoris.
Skónin eigur at vera har, og um talan var um svamp, so skal tað viðgerast við heilvági, sigur heilsustýrið, sum leggur aftrat, at viðgerin við vattpinni er tekin um fakliga ókompetancu.
Ein serlækni í kvinnusjúkum, sum var innkallad sum vitni í dag, arbeiddi saman við ákærda kommunulæknanum, tá hann var í útbúgvingarhøpi á Landssjúkrahúsinum í 2008.
Hon segði, at tað er ikki standard fyri undirlívskanningar, at klitoris verður kannað. - Hevði eg sæð hann gjørt tað, so hevði eg átalað tað, segði serlæknin.
Hon visti heldur ikki um, at hann hevði skaða í hondini. Hon minnist ákærda sum sera nærlagdan í sínum kanningum.
Skeivar upplýsingar
Í einum føri hevur kommunulæknin greitt frá, at hann hevur skrivað í eina journal, at hann hevði gjørt undirlívskanning, sum hann tó ikki hevði gjørt. Tað gjørdi hann fyri at fáa eina kvinnu víðari til serlækna í viðgerð. Tað vil siga, at hann hevur givið skeivar upplýsingar.
Ákæruvaldið hevur tikið hetta við í Eystara landsrætt, tí ákæruvaldið heldur, at kommunulæknin hevur gjørt hesa undirlivskanning.