- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tannáringar í løgtingssalinum fyrst í februar
Tannáringar í løgtingssalinum fyrst í februar
Ungdómsting verður 5. og 6.februar. Næmingar í framhaldsdeildunum verða tingfólk í tveir dagar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ungdomsting.png?itok=3a1t41q9)
Sjeynda ungdómstingið verður í februar næsta ár. Fyrsta umgdómstingið var í 2006.
26.10.2017 - 07:28
Ungdómsting verður fyrst í februar næsta ár.
Hetta verður sjeynda ungdómstingið. Tað verður 5. og 6.februar 2018.
Næmingar í 9. ella í 10.flokki kunnu manna ungdómstingið.
Seinast sendu seks skúlar 32 næmingar, sum viðgjørdu 12 lógaruppskot og spurdu løgmann og landsstýrisfólkini.
Tá, tað var í fjør, vórðu átta uppskot samtykt og fýra feld.
Allir skúlar, sum hava framhaldsdeild, hava fingið innbjóðing til ungdómstingið næsta ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV