Minnist ikki góð ráð, sum hann fekk frá lækna

Minnist ikki góð ráð, sum hann fekk frá lækna
Tað sigur kommunulæknin, sum m.a. er ákærdur fyri blygdanarskemd móti níggju kvinnum. Í dag vóru vitni avhoyrd
 
26.10.2017 - 17:17

Fyrsta vitnið, sum varð avhoyrt í Eystara landsrætti í dag er serlækni í kvinnusjúkum á Herlev Sjúkrahúsi, og hann undirvísir eisini í gynokologi.

Ákæruvaldið vildi hava hann at greiða frá, hvussu ein undirlívskanning fer fram. 

Samtykki

Hann greiddi millum annað frá, at áðrenn sjálv undirlívskanningin verður gjørd, skal kvinnan kunnast um, hvørja kanningar læknin fer at gera, og at kanningin er frívillig.

Danski serlæknin legði dent á, at einki verður gjørt uttan samtykki frá sjúklinginum. 

Tá hann kannar kvinnuna, følir hann ikki onnur øki, uttan so, at tað er neyðugt.

Klitoris-kanning

Ákærdi læknin hevur í rættinum fyrr greitt frá, at tá hann ger undirlívskanning, kann hann klitoris, við at hann lyftir forhúðina á klitoris, og tað er standardkanning,

Tí varð danski serlæknin spurdur, um neyðugt er hjá kommunulæknanum at røra og kanna klitoris. Danski serlæknin svarar: bara um sjúklingurin ger vart við trupulleikar har.

Ein sjúkrarøktarfrøðingur varð innkallað sum vitni. Hon hevði stundum arbeitt saman við kommunulæknanum, og hevði einki óvanligt varnast. Hansara undirlívskanninginar tóku ikki longri tíð, enn hjá øðrum læknum, - einar 3-4 minuttir.

Hon kundi tó ikki siga, um tað, sum kommunulæknin gjørdi var í lagi, tí hon hugsavnaði seg um sína uppgávu, at taka sær av kvinnun, sum lá á briksini.

Eingin mannagongd

Tað kom eisini fram í rættinum, at eingin føst mannagongd er, sum sigur, at eitt starvsfólk aftrat skal vera í viðtaluhølinum, tá undirlívskanningar verða gjørdar.

Síðani varð ein kvinnuligur kommunulækni kallað sum vitni, - ein, sum ákærdi hevur verið í starvi hjá. Hon hevði heldur ikki varnast nakað óvanligt við ákærda. 

Hon segði tó, at tá hon hoyrdi slatur um kanningar hjá ákærda, fór hon til hansara, - tað var síðst í 2008, og segði, hvat hon hevði hoyrt. Men ákærdi hevði víst hesum aftur - at hann kendi einki til tað. Kvinnuligi kommunulækni gav honum tó eini ráð, - at hann, frá frameftir skuldi syrgja fyri ikki at vera einsamallur í viðtaluhølinum , tá hann skuldi gera undirlívskanningar.

So var steðgur í Eystara landsrætti. 

Fekk góð ráð

Eftir steðgin bað verjin hjá ákærda kommunulæknanum um loyvi at avhoyra kommunulæknan - hesa ferð um hesi góðu ráðini frá kommunulæknanum.

Ákærdi sigur, at hann minnist ikki nakað til hesi góðu ráðini. Hann mintist bara, at tey tosaðu um eina unga kvinnu, sum hevði verið í viðtalu hjá teimum báðum, og sum hevði kært sína neyð, tí kanningin hevði verið so óbehagilig. 

Ákærdi segði í rættinum, at her var einki seksuelt í hesi kanning, men kanska hevði hann trýst so hart, at tað var óbehagilig fyri kvinnuna. 

Í morgin verður av vitnisfrágreiðing. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497