- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atkvøða um nevnd í dag, velja hana um tvær vikur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20150512_ut_vid_borgarstjorum_11.jpg?itok=eWLbs9vQ)
Løgtingið skal í dag atkvøða um uppskotið hjá Helenu Dam á Neystabø í Javnaðarflokkinum og Annitu á Fríðriksmørk í Tjóðveldi um at seta eina grein 25 nevnd at viðgera uppskotið hjá løgmanni um stjórnarskipan.
Nevndin verður vald á tingfundi 8.november.
12 fólk skulu veljast í nevndina, tvey úr hvørjum av teimum fýra stóru flokkunum og ein úr teimum smáu. Harafturat verður uttanflokkatingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir, í nevndini.
Nevndin, sum nú skal veljast at viðgera stjórnarskipanina, eitur eftir grein 25 í tingskipanini, sum sigur, at løgtingið kann seta nevndir at geva løgtinginum tilmæli í ávísum málum.
Løgtingið fer annars at hava aðalorðaskifti um rúsdrekka og rúsevni í dag.
Tingfundurin byrjar klokkan tíggju.