Føroyar við í næstu verjusemjuni, sigur ráðharrin

Føroyar við í næstu verjusemjuni, sigur ráðharrin
Danski verjumálaráðharrin sigur, at Føroyar og Grønland eru við til at gera verjusemjuna hjá ríkinum, nú hóttanin er tann størsta í 28 ár
Claus Hjort Frederiksen, verjumálaráðharri.
 
25.10.2017 - 12:15

Føroyar eru við til at gera verjupolitikkin hjá danska ríkinum. 

Tað heldur danski verjumálaráðharrin, Claus Hjort Frederiksen.

Hann sigur í svari til Magna Arge, fólkatingsmann, at avtalan, sum Føroyar, Grønland og Danmark gjørdu um Arktis í fjør, verður brúkt í nýggju verjusemjuni, sum skal gerast í Danmark.

Fámjinsskjalið 

Magni Arge minnir á, at í Fámjinsskjalinum, sum landsstýrið og stjórnin gjørdu í 2005, stendur, at Føroyar skulu hava veruliga ávirkan á dubbingina hjá donsku verjuni.

Verjumálaráðharrin sigur í svarinum, at hóttanin móti Danmark hevur ikki verið størri, síðani múrurin fall í 1989.

Danska verjan er eisini í Norðuratlantshavi og í Arktis.

Ambisjónin hjá donsku stjórnini er, at Danmark, Føroyar og Grønland í felag tryggja felags áhugamálini í norðri, so ríkisfelagsskapurin eisini er sterkur í framtíðini, sigur Claus Hjort Frederiksen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342