Fiskaaling fær lán frá landinum, ikki partapening

Fiskaaling fær lán frá landinum, ikki partapening
Løgtingið samtykti einmælt at broyta uppskotið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum
P/f Fiskaaling fær lán úr landskassanum. Løgtingið vil ikki seta meira partapening í felagið.
 
25.10.2017 - 12:56

Løgtingið samtykti einmælt fyrrapartin at geva P/f Fiskaaling lán úr landskassanum og ikki partapenging fyri at koma fyri seg.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, bað annars tingið um partapenging.

Men Vinnunevndin skeyt upp at lata lán í staðin fyri.

Ábyrgdarlánið, sum er 9,5 mió. kr., skal vera rentufrítt í hvussu so er til tað verður kravt aftur.

Lánið skal krevjast aftur í einum, ella í avdráttum, tá eginpeningurin hjá Fiskaaling er í minsta lagi 500.000 kr.  

Fíggjarnevndin samd

Fíggjarnevndin tók undir við uppskotinum hjá Vinnunevndini. 

Eitt ábyrgdarlán er fremmandafígging og fer ikki inn í eginpeningin hjá felagnum.

Lánið stendur í veðrætti aftan fyri øll onnur lán hjá P/f Fiskaaling. 

Lánið styrkir kredittvirði felagsins og kann loysa aktuellu fíggjarligu avbjóðingarnar hjá felagnum, sigur Vinnunevndin. 

Landið væntar at fáa peningin aftur, tá Lívfiskastøðin í Skopun er seld, tí onnur er bygd.

Lánið, sum Fiskaaling nú fær úr landskassanum, tryggjar felagið móti kreditorum, varð sagt í løgtinginum fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342