Borgarstjórarnir eru ofta ikki til staðar

Borgarstjórarnir eru ofta ikki til staðar
Tað kemur meira enn so fyri, at borgarstjórarnir á Tvøroyri og í Klaksvík ikki eru við til nevndarfundir í løgtinginum.
 
22.10.2017 - 14:00

Kristin Michelsen er bæði borgarstjóri á Tvøroyri og løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

Hann er eisini partur av fíggjarnevndini hjá løgtinginum.

Uppgávan hjá fíggjarnevndini er at taka støðu til eykajáttanir frá landsstýrinum og geva løgtinginum tilmæli í fíggjarmálum, skattamálum og avgjaldsmálum.

Men sum oftast er Kristin Michelsen ikki við, tá fíggjarnevndin hevur fund.

Fíggjarnevndin hevur havt 26 nevndarfundir í ár. Kristin Michelsen hevur bara verið við til seks av teimum 26 fundunum, sambært gerðabókini hjá løgtinginum.

20 ferðir hevur hann ikki verið við á fundi.

Kristin Michelsen er eisini nevndarformaður í rættarnevndini, og har gongur betur við uppmøtingini.

Hann hevur verið við til tólv av teimum fjúrtan nevndarfundunum í rættarnevndini í ár.

Útvarpið vildi millum annað spyrja Kristin Michelsen, hvussu hann ger sína ávirkan galdandi í fíggjarnevndini, tá hann er so sjáldan á fundi, men hann hevur ikki svarað fyrispurningum frá útvarpinum.

Pauli hevur mist átta fundir

Ein annar borgarstjóri er eisini í fíggjarnevndini.

Pauli Trond Petersen er borgarstjóri í Vestmanna og løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.

Hann er eisini partur av fíggjarnevndini hjá løgtinginum.

Hann hevur ikki verið við til átta av teimum 26 nevndarfundunum, sum fíggjarnevndin hevur havt í ár.

Skorheim er ofta burtur

Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, er ein av teimum trimum løgtingsmonnunum, sum eisini er borgarstjóri.

Hann er partur av vinnunevndini hjá løgtinginum.

Vinnunevndin hevur verið sera virkin í ár, tí uppskotið um nýggja fiskivinnunýskipan verður nú viðgjørt har fyri aðruferð.

Men Jógvan Skorheim er ofta ikki við á fundunum hjá vinnunevndini.

Hann hevur ikki verið við til 20 av teimum 41 nevndarfundunum, sum hava verið í vinnunevndini í ár.

Borgarstjórin í Klaksvík er also bara við aðru hvørjaferð, tá vinnunevndin hevur fund.

Útvarpið vildi spyrja Jógvan Skorheim, um hetta er tekin um, at hann hevur trupult við at røkja bæði størvini sum borgarstjóri í Klaksvík og løgtingsmaður av heilum huga.

Og um hann sjálvur heldur tað vera í lagi, at løgtingsfólk ikki eru við til 20 av 41 nevndarfundum.

Men Jógvan Skorheim sigur seg onga viðmerking hava í dag.

Jenis er sjáldan á fundi

Tað eru ikki bara borgarstjórarnir á Tvøroyri og Klaksvík, sum ofta ikki eru til staðar, tá nevndirnar hjá løgtinginum hava fund.

Jenis av Rana, sum er formaður í Miðflokkinum og kommunulækni í Havn, hevur ikki verið við til sjey av teimum 10 fundunum, sum Trivnaðarnevndin hevur havt í ár.

Hann sigur í stuttari viðmerking, at ein orsøk er, at Trivnaðarnevndin hevur havt fund, tá hann hevur verið burturstaddur sum partur av norðurlandaráðnum.

Hann kann sjálvur nokta, at Trivnaðarnevndin hevur fund, meðan hann er burturstaddur í politiskum ørindum, men tað hevur hann ikki hildið verið neyðugt.

Ein onnur orsøk er, at arbeiðið í Trivnaðarnevndini er óskipað, heldur Jenis av Rana.

Hann hevur boðað forkvinnuni í nevndini frá, at tað er ov tilvildarligt, nær fundirnir eru.

Hann vísir aftur, at tað er starvið sum kommunulækni, sum ger, at hann ikki hevur stundir at vera við til fundirnar.

Tí tað hevur fyrr ongantíð verið ein trupulleiki.

Var arbeiðið betur skipað í trivnaðarnevndini, var hann oftari við til fundirnar, sigur Jenis av Rana.

Tað kennir forkvinnan í trivnaðarnevndini, Katrin Kallsberg, kortini einki til.

Hon sigur, at fundirnir eru, tá fundartíðir eru í løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. desember
Mono - Kvinnur í countrytónleiki (5:5)
184972
Týsdag 10. desember
LEITISSTEIN 10.12.2024 (Teitur)
184928
Týsdag 10. desember
Samværi 052 - Hvussu finni eg tíð?
184911
Týsdag 10. desember
RagnarRokk: Francesco Paoli um Opera
184906
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184942
Týsdag 10. desember
Veðrið
184922
Týsdag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184893
Sunnudag 8. desember
Andakt við Tummasi Jacobsen
184812