Fartelefonir eiga ikki at fara lastina á flogførum

Fartelefonir eiga ikki at fara lastina á flogførum
Teldur og fartelefonir eiga at vera í hondviðførinum, og forboð eigur at verða sett fyri, at tær fara í innskrivaða viðførið, sum endar í lastini.
Teldur og fartelefonir eiga at fara í hondviðførið, siga flogferðslumyndugleikar
Mynd: Savnsmynd  
 
21.10.2017 - 16:40


Amerikansku flogferðslumyndugleikarnir vilja hava, at alheims forboð verður sett fyri, at teldur og fartelefonir eru í tí viðføri, sum verður innskrivað og fer í lastina á flogførunum.

Orsøkin er vandin fyri eldi, tí kanningar hava víst, at lithium-ion battaríini, sum verða brúkt í teldum og telefonum, kunnu gerast so heit, at eldur kemur í.

Vanligt er, at fólk hava teldu og telefon í hondviðførinum, men forboð eigur at vera sett fyri, at tólini eru í innskrivaða viðførinum fyri á tann hátt at tryggja lastarúmini í flogførunum móti eldi.

Vandin er serliga stórur, um annað eldfimt tilfar eisini er í viðførinum. Men í staðin fyri at seta forboð fyri øllum eldfimum, verður einans farið eftir battaríunum fyri at gera reglurnar einfaldari.

Vandin gjørdist sjónligur í fjør

Sjálvsagt er tað ikki gott heldur at hava teldur og telefonir í hondviðførinum, men tað er lættari hjá manningini at hava eygað við støðuni, um nakað er áfatt millum ferðafólkini, skriva amerikansku flogferðslu-myndugleikarnir í einum skjali, ið ikki er almannakunngjørt, men sum tó er komið út. 

Ynskið um forboð fyri lithium-ion battaríum í lastarúmum er lagt fyri ICAO - altjóða felagsskapin hjá ST fyri flogferðslu. Har er tað nú til viðgerðar, og har skal tað eisini samtykkjast, um forboðið skal setast í verk.

Vandin við lithium-ion battaríum gjørdist heilt ítøkiligur, tá fyritøkan Samsung sendi Galaxy Note 7 telefonina á marknaðin í fjør. 

Eitt brek hevði við sær, at battaríið kundi gerast so heitt, at eldur kom í, og tað hevði við sær, at flogfeløgini settu ferðafólkunum forboð fyri at hava telefonina við umborð

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155