Hevði kunnað útflutt fyri eina milliard meira

Hevði kunnað útflutt fyri eina milliard meira
Stjórin á Høvdavirkinum mælir Vinnunevndini til at seta í lógina, at alt skal til Føroya í staðin fyri á sjógv
Høvdavirkið í Leirvík turkar millum annað fiskahøvd at selja í Nigera.
 
17.10.2017 - 07:43

Høvdavirkið í Leirvík hevði kunnað útflutt fyri minst eina milliard krónur meira, um alt av fiskinum varð tikið til lands.

Tað sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvduvirkinum, Faroe Marine Products, í brævi til Vinnunevndina hjá løgtinginum.

Hann sigur, at um teir tveir triðingarnir av fiskinum, sum verður blakaður fyri borð aftur á fjarleiðunum, blivu tiknir til lands, síðani Høvdavirkið byrjaði, hevði Høvdavirkið megnað at útflutt fyri minst eina milliard krónur afturat.

Høvdavirkið byrjaði í 2001.

Vinnunevndin viðger uppskotið um fiskivinnunýskipan. Millum tey nógvu, sum nevndin hevur sent fundarboð, er Høvdavirkið.

Eirikur á Húsamørk vónar, at Vinnunevndin setir í fiskivinnulógina, at alt tilfengi, sum kann nytast til mannaføði, skal um føroyskan kaikant sum mannaføði. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097