Bilbumba kravt eitt mannalív í Malta

Bilbumba kravt eitt mannalív í Malta
53 ára gamla Dahpne Caruana Galizia, journalistur, lat lív. Hon var bloggari, og varpaði ljós á mutur og var lýst sum "one-woman-WikiLeaks"
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
17.10.2017 - 11:28

Daphne Caruana Galizia lat lív í spreingingini, tá bilur hennara sprongdist í luftina.

Í bloggum sínum fanst hon hvassliga at myndugleikunum og duldum valdsharrunum, sum stýra í minsta landinum í Evropa.

Seinasta avdúking hennara var móti forsætisráðharranum í Malta, Joseph Muscat, og tveimum hjálparmonnum hansara. Teir tríggir menninir verða gjøgnum offshorefeløg settir í sambandi við sølu av maltesiskum passum og peningi frá stjórnini í Aserbadjan.

Enn hevur eingin tikið ábyrgd fyri atsóknini.

Førdømir atsóknina

Forsetin í Malta, Marie-Louise Coleiro Preca, heitir á fólk um at sissast. 

- Í hesi løtu, nú landið er skelkað av slíkum ondsinnaðum álopið, heiti eg á øll um at vanda sær um málið, og ikki døma nakram - men vísa samhuga, segði hon.

Í almennari fráboðan fordømir forsætisráðharrin, Joseph Muscat, barbariska álopið. Hann hevur heitt á løgregluna um at biðja um upplýsingar frá trygdartænastum úti í heimi fyri at finna tey, sum hava skipað fyri álopinum.

- Øll, sum kenna Caruana Galizia, vita, at hon var kritikari, bæði politiskt og persónligt, men eingin kann rættvísgera slíka óndsinnaða atsókn á nakran hátt, segði Muscat á tíðindafundi.

FBI til Malta

Muscat boðaði seinni parlamentinum frá, at fólk frá amerikonsku fregnartænastuni, FBI, eru á veg til Malta fyri at hjálpa við kanningararbeiðnum, eftir at hann hevði sent amerikonsku stjórnini áheita um hjálp.

Leiðarin fyri Nationalistaflokkinum, Adrian Delia, sum Caruana Galizia eisini hevur viðgjørt, sigur, at drápið hevur sambandi við hennara skriving. 

- Eitt politiskt morð varð framt í dag. Tað, sum hendi í dag, er ikki eitt vanligt dráp. Tað er avleiðing av totala rættarliga forfallinum, sum hevur verið seinastu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Breddin: Framtíðin hjá Posta
187714
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497