- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búskapargrunnurin skal fíggja heilsuverkið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/jenis1.png?itok=IBSBYkjY)
Flyt pengar frá Búskapargrunninum til heilsuverkið. Tey eru boðini frá formanninum í Miðflokkinum, Jenisi av Rana til landsstýrið, nú Landssjúkrahúsinum tørvar milliónir til raksturin restina av árinum.
Sambært Jenisi av Rana, er tað serliga óskiljandi, at sjúklingaviðgerðir verða avlýstar og útsettar, tá tað samstundis er stórt yvirskot á fíggjarlógini.
Yvirskotið í ár verður væntandi 158 milliónir og komandi ár táttar yvirskotið í eina hálva milliard.
Tað er tó serliga avsetta uphæddin til Búskapargrunnin, sum skurrar í oyrunum hjá Miðflokkinum. Setast skulu 23 mió., kr. í grunnin í ár og 263 komandi ár, sambært Jenisi av Rana. Formaðurin í Miðflokkinum heitir tí í tíðindaskrivi á landsstýrið um at heilsuverkið fær pening til raksturin frá Búskapargrunninum.