- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rudda strekkið millum Havnina og Leirvík fyri olju
Rudda strekkið millum Havnina og Leirvík fyri olju
Løgreglan ávarar um olju á vegastrekkinum úr Havn til Leirvíkar

Mynd: Landsverk
02.10.2017 - 10:35
Oljan stavar frá einum bussi hjá Bygdarleiðum, sum koyrdi úr Havn og náddi til Leirvíkar, tá hann steðgaði upp.
Tórshanvar sløkkilið hevur arbeitt við at rudda vegirnar í Tórshavnar kommunu, og Landsverk hevur heitt á sløkkilið í hinum kommununum um at rudda sínar vegir.
Mesta oljan er, har bussurin er steðgaður á, - tvs. við busssteðgistaðið í Skálabotni, á Skipaneskrossinum, inn til Syðrugøtu, og í rundkoyringini við kirkjuna í Leirvík.
Grús verður koyrt á vegin, har oljan er, og um neyðugt verður eisini spulað, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.
Í innkoyringini til Syðrugøtu er nógv olja, sum skal fáast burtur (mynd: Landsverk)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV