Nazistar mótmæla í Gøteborg

Nazistar mótmæla í Gøteborg
Fleiri fólk eru handtikin í Gøtuborg, har ein mótmælisgonga, sum nazistar skipa fyri, hevur elvt til ruðuleika
Mynd: AP  
 
30.09.2017 - 15:04

í Gøteborg er rokaligt í sambandi við eina mótmælisgongu, sum nazistar skipa fyri í býnum í dag, skriva svenskir miðlar.

Longu áðrenn mótmælisgonguna vóru fleiri fólk handtikin.

Væntandi luttaka umleið 1.000 nazistar í mótmælisgonguni, men politiið roknar við umleið 10.000 fólkum, sum møta upp at mótmæla ímóti nazistunum.

Tað er bólkurin Nordiska Modståndsrørelsen, sum skipar fyri mótmælisgonguni hjá nazistunum. Og hildið verður, at bæði víðgongd vinstravend og høgravend fara at luttaka í mótmælisgongu ímót vørjum øðrum.

Politiið hevur kallað inn politistar úr øllum landinum at hjálpa til at halda skil á í Gøteborg í dag. Og haraftrat eru eyka vaktir settar við marknaliðið til m.a. Norra, tí fráboðanir komu um fleiri útlendingar, sum skuldu møta upp til mótmælisgongurnar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155