- Tíðindi, mentan og ítróttur
9 milliónir í menningar- og neyðhjálp
9 milliónir í menningar- og neyðhjálp
Játtanin, sum Føroyar senda til menningar- og neyðhjálp úti í heimi, veksur úr 6,5 milliónum upp í 9 milliónir næsta ár
30.09.2017 - 09:42
Færoyar skulu lata 9 milliónir í menningar og neyðhjálp næsta ár. Játtanin, sum Føroyar senda til menningar- og neyðhjálp úti í heimi, veksur úr 6,5 milliónum upp í 9 milliónir næsta ár.
Neyðhjálp, tað er hjálp til eitt nú krígsherjað- og vanlukkuherjað øki, veksur úr 4 milliónum upp í 6,5 milliónir krónur.
Menningarhjálp er sett á fíggjarlógina næsta ár.
Játtanin er 2,5 milliónir krónur. Pengarnir verða latnir altjóða felagsskapum, til dømis matvørufelagsskapin hjá ST, World Food Programme.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV