- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsliðið verður úttikið í morgin
Í morgin klokkan tíggju fer Lars Olsen, landsliðsvenjari hjá monnum, at boða frá, hvørjar 23 mans hann ynskir at hava við í dystunum móti Lettlandi og Ungarn í oktober.
Hetta verður gjørt á tíðindafundi í FSF-húsinum.
Talan er um spennandi dystir, ikki minst tí, at Føroyar hava fingið góð úrslit móti júst hesum londum. Tá Føroyar spældu í móti Ungarn á Tórsvølli fyri einum ári síðani, endaði dysturin við málleysum javnleiki. Og tá Føroyar stutt aftan á spældu í móti Lettlandi á útivølli, vunnu vit 2-0.
Hesaferð spæla Føroyar á heimavølli í móti Lettlandi, tað verður 7. oktober.
Tríggjar dagar seinni tekur Ungarn í móti føroyska landsliðnum í Budapest, tann 10. oktober.