- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tungt at byggja nýtt á útoyggj
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/mynd_02_1.jpg?itok=BHl6sD0V)
-Tað er ikki ein almenn uppgáva at hjálpa fólki fíggjarliga at seta búgv á útoyggj ella smáplássum.
Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í svari til partakvinnuna Óluvu Klettskarð, sum spurdi um lánimøguleikar hjá fólki, ið seta búgv á útoyggj ella smáplássum, og hvat landsstýriskvinnan fer at gera fyri at loysa ójøvnu fíggingar-viðurskiftini hjá fólki í ymsum pørtum av landinum.
Kristina Háfoss svarar, at meðan stórur munur er á sethúsaprísunum í høvuðsstaðnum og á smáplássum, so er kostnaðurin av at byggja eini hús áleið tann sami. Men tá húsini á útoyggj eru liðug, kunnu tey neyvan seljast fyri meira enn ein brotpart av byggikostnaðinum, meðan húsini í høvuðsstaðnum kunnu seljast fyri byggikostnaðin ella meira.
Tí krevja lánveitarar nógv størri eginfígging frá fólki, sum byggja nýggj hús á útoyggi, staðfestir landsstýriskvinnan, sum tó ikki sær nakran møguleika hjá tí almenna at gera nakað við støðuna.
-Tá umræður fleiri átøk í mun til lántøku, so verður mælt frá at tað almenna við fíggjarligum átøkum, so sum veðhaldi, fer at eggja til, at fólk taka lán, ið virðið á ognini ikki samsvarar við, sigur Kristina Háfoss í svarinum til Óluvu Klettskarð.