Poul fyrireikar ferðavinnulóg

Poul fyrireikar ferðavinnulóg
Seinni í september verður lógaruppskot um at skipa innlendis ferðavinnu sent til hoyringar.
 
22.09.2017 - 09:54

Í svari til partakvinnuna Honnu Jensen upplýsir Poul Michelsen, landsstýrismaður, at tað hevur fyrstu raðfesting at umskipa bygnaðin innan ferðavinnuna, soleiðis at føroyska samfelagið gerst betur før fyri at taka við teimum avbjóðingum og møguleikum, ferðavinnan skapar.

Ábyrgdarbýtið millum land og kommunur skal vera greiðari, og ein nýggj menningardeild skal setast á stovn undir Visit Faroe Islands.

Menningardeildin skal seta ferð á ferðavinnumenningina kring landið, eitt nú við nýggjari stuðulsskipan, sum hevur til endamáls at stuðla menningarátøkum og verkætlanum í ferðavinnuni kring landið.

-Skal ferðavinnan í Føroyum gerast ein sólskinssøga, er tað avgerandi, at menningin eisini verður at síggja á útoyggj. Avbjóðingin við at menna nýggj tilboð á útoyggj er ofta, at fólkagrundarlagið er í so lítið og at miðalaldurin hjá borgarum á hesum støðum er lutfalsliga høgur, staðfestir landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum.

Poul Michelsen vísir á, at nýggj ferðavinnutilboð á útoyggj og smáplássum oftast krevja bæði fígging og starvsfólkaorku uttanífrá.

Lógaruppskotið, sum skal skipa innlendis ferðavinnuna, verður sent til hoyringar í hesum mánaðinum. Og menningardeildin verður sett á stovn fyrst í 2018, upplýsir landsstýrismaðurin í svari til Honnu Jensen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342