- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varnaðust bátin ov seint
Tað tykist enn ikki greitt, hví farmaskipið Mykines silgdi á grastrevjabátin, Mars, fyri júst einari viku síðani, hósnáttina 31. august. Tveir menn vóru við Mars. Annar varð bjargaður, hin er ikki komin afturíaftur.
Í gjárkvøldið var sjófrágreiðing um vanlukkuna í Sjórættinum. Í sjófrágreiðingini vitnaðu skipari, fyrsti stýrmaður og maskinstjóri á Mykinesi, umframt maðurin, sum varð bjargaður av Mars og skiparin á trolaranum, Baki, sum kom á vanlukkustaðið.
Tað tykist enn ikki vera greitt, hvussu tað bar til, at Mykines og Mars kundu sigla so tætt at hvørjum øðrum, áðrenn menn varðnaðust vandan.
Tveir mans á brúnni
Umborð á Mykinesi vóru bæði skipari og maskinstjórin á brúnni, tá skipið silgdi á glastrevjabátin, Mars. Men teir varðnaðust ikki bátin, fyrr enn tað var ov tætt til at stýra undan.
Skiparin segði, at hann roknaði við, at báturin hevur ligið myrkur, og glastrevjabáturin sást ikki á radaranum. Tað hendi so knappliga, at tað vóru bara nøkur sekund frá tí, at teir varðnaðust bátin, til tað var ov seint.
Maðurin, sum varð bjargaður frá glastrevjabátinum, segði, at glastrevjabáturin var sera væl útgjørdur, og var øll útgerðin tendrað: bæði siglingarljós, toppljós og radararefleks.
Royndu at stýra undan
Teir høvdu varnast Mykines, tá tað var ein lítil fjórðingur til Mykines. Teir royndu at stýra undan, men tað eyðnaðist ikki. Báðir menninir vóru í stýrihúsinum, tá báturin varð ásilgdur.
Tað eyðnaðist øðrum av monnunum at sleppa út, meðan sjógvur skolaði inn í stýrihúsið. Tað eyðnaðist ikki hinum mannin at sleppa út. Báturin hvøldist skjótt og fór at søkka.
Maðurin, sum bleiv bjargaður, megnaði tó at bjarga sær upp á glastrevjabátin, áðrenn hann sakk. Og har sat hann, tá ein bjargingarbátur frá Mykinesi fann hann, greiddi maðurin frá í sjófrágreiðingini í gjárkvøldið.