- Tíðindi, mentan og ítróttur
Prinsurin hevur minnissvinn
Prinsurin hevur minnissvinn
Serlæknar á ríkissjúkrahúsinum hava staðfest, at Heindrikur prinsur er dementur
Mynd: DR
06.09.2017 - 13:47
Heindrikur prinsur hevur minnissvinn, demens.
Tað boðar frá kongshúsið frá í dag.
Sjúkuavgerðin hevur við sær, at støða eisini skal takast til, hvørjar uppgávur hann skal vera verji fyri í framtíðini, og hvørji heiðursstørv hann skal røkja, stendur í fráboðanini.
Eitt toymi av serlæknum hevur kannað prinsin í summar, og er nú komið til ta niðurstøðu, at hann er dementur.
Ríkissjúkrahúsið sigur, at avleiðingarnar av sjúkuni eru verri enn væntað. Tí kann verumátin broytast, eisini dømievni og kenslulív, stendur í tíðindaskrivinum.
Margretha drotning og hini í kongshúsinum siga í fráboðanini, at tað er neyðugt, at prinsurin fær frið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV