- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fjórðstørsti flogvøllur í ríkinum
Fjórðstørsti flogvøllur í ríkinum
Ferðafólkatalið á flogvøllinum bara veksur og veksur
Mynd: Fróði Heri Poulsen
03.09.2017 - 16:25
Ferðafólkatalið á Vága Floghavn bara veksur og nú er Vága Floghavn fjórðstørsta floghavn í danska kongaríkinum. Kastrup er sjálvandi nógv størst, síðani koma Billund og Aalborg - og so plagdi Aarhus at hava fjórðflest ferðandi. Hetta er nú broytt. Til og við augustmánað í ár eru 242.197 fólk farin um Vága Floghavn - og tað er umleið 6000 fleiri ferðandi enn Aarhus lufthavn hevur havt.
Samanbera við augustmánað í ár og augustmánað í fjør er talan um ein vøkstur á 21,3 prosent..
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV